Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Krøv um sólfangarar á takinum
Hetta er partur av nýggjari danskari byggireglugerð

 

Líkt er til, at nýggja byggireglugerðin hjá dønum fer at hava ásetingar um, at sólfangarar verða settir á tekjurnar. Hetta er tó bert galdandi, tá tekjur verða umvældar á bygningum, har nýtslan av heitum vatni er meira enn 2.000 litrar um døgnið.
 
Nýggja danska byggireglugerðin fer at hava hørð krøv til orkusparing. Ónøgd hevur verið við, at krøvini í sambandi við umvælingar eru so strong, at tað fíggarliga ikki loysir seg at fara undir umvælingar. Hesum er nú funnin ein loysn fyri, soleiðis at krøvini einans eru galdandi fyri íløgur, ið svara seg fíggjarliga.
 
Kelda: bygnet.dk
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi