Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Kunning um fastlønarsáttmálan fyri fiskavirkir
Vinnuhúsið skipar í dag fyri kunnandi fundi um nýggja fastlønarsáttmálan

 

Eitt av úrslitunum av sáttmálasamráðingunum við arbeiðarafeløgini hesuferð var ein fastlønarsáttmáli fyri fiskavirkir.
 
Grundreglurnar í nýggja fastlønarsáttmálanum eru øðrvísi enn tær, vit higartil hava í sáttmálunum við arbeiðarafeløgini. Tí verður skipað fyri kunningartiltakið um sáttmálan fyri teimum limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum kunnu hugsast at fara at brúka teir møguleikar nýggi sáttmálin gevur.
 
Kunnandi fundurin verður í dag, mánadagin 17. mai, klokkan 13.00 í Vinnuhúsinum og er bert fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess.
 
Luttøka á kunnandi fundinum er ókeypis, men heitt verður á tey, sum ætla at luttaka, um at boða frá á telefon 309900 ella á industry@industry.fo
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi