Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Fjórði hvør setur fólk uttanlands
Í Danmark er tørvurin á arbeiðsmegi við røttu førleikunum ein av orsøkunum til, at fyritøkur stovna arbeiðspláss uttanlands.

 

Ein nýggj kanning hjá DI (Dansk Industri) vísir, at danskar fyritøkur í stóran mun eru til staðar á útlendskum marknaðum – eisini við egnum starvsfólkum – men m.a. tørvurin á arbeiðsmegi við røttum førleikum í Danmark er ein forðing fyri at fáa sum mest burturúr altjóða arbeiðsbýtinum.
Kanningin millum 508 DI-fyritøkur vísir, at tað eru umsitingarlig og høgt útbúgvin starvsfólk, sum tørvur er á í Danmark, tá danskar fyritøkur stovna arbeiðspláss uttanlands. Tað hevur fjórða hvør DI-fyritøka gjørt í tíðarskeiðinum frá 2005 til 2008, meðan tað í framleiðsluídnaðinum snýr seg um aðru hvørja fyritøku.
Stjórin í RM Group, Ole Jørgensen, sigur, at gongdin er, at framleiðslan fer fram uttanlands, meðan høgt útbúgvin í Danmark halda skil á tí fíggjarliga, kt-skipanum og tøkni.
Gongdin undirstrikar, at støðan hjá Danmark er, at innanlands verða framleiddar tær vørur og tænastur, sum krevja mannagongdir við høgum vitanarinnihaldi, heldur ráðgevi Maria Hove Pedersen, DI.
Danmark er eitt av heimsins dýrastu londum at framleiða í. Tí verða serliga høg krøv sett til dygdina av tí, sum verður framleitt í Danmark, um tað skal kunna seljast á altjóða marknaðunum. Vit kunnu ikki kappast við at vera bíligast, sigur Maria Hove Pedersen, sum heldur, at tað tí er serliga ørkymlandi, at fimta hvør fyritøka í kanningini sigur, at ein orsøk til at stovna arbeiðspláss uttanlands hevur verðið manglandi arbeiðsmegi við røttu førleikunum í Danmark.
Um vit siga tað øðrvísi, so manglar okkum tað, sum vit skulu liva av, sigur hon.
Kelda: DI Business

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi