Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι .
Grønar vørur eru góðar handilsvørur
Ikki minni enn 86% av teimum donsku heilsølufyritøkunum vænta, at marknaðurin fyri grønum vvs-vørum, byggitilfari og el-lutum til danskar fyritøkur og privathús fer at fáa stóran týdning tey næstu 1-2 árini.

 

Grønar loysnir síggja av álvara út til at vera á skránni hjá donskum handilsfyritøkum. Í øllum førum er tað stórt álit á ein framtíðar marknað fyri klima- og orkuvinarligum vørum. Hetta verður váttað í eini nýggjari kanning, sum Oxford Research og DI Handel hava gjørt millum 431 heilsølur í Danmark, Noreg, Svøríki og Hollandi. Kanningin vísir eisini, at vónirnar eru betri hjá donskum heilsølum enn hjá teirra svensku og hollendsku kappingarneytum.

 

Í DI Handel er vaksandi áhugin fyri grønum vørum ikki óvæntaður, men úrslitið av kanningini verður hóast hetta mett at vera eitt sera greitt tekin um hetta.
Í kanningini vænta ikki minni enn 86% av teimum donsku heilsølunum, at umhvørvisvinarligar vørur og loysnir innan t.d. vvs, byggitilfar, el-lutir og skrivstovuvørur fara at hava ein enn størri leiklut tey næstu 1-2 árini. Bara í Noregi hava heilsølurnar somu høgu vónir til tann grøna marknaðin sum í Danmark, meðan tølini í Svøríki og Hollandi eru á ávikavist 71% og 64%.
Sama kanning vísir, at heilsølurnar, uttan mun til vinnugrein, eru rættuliga einigar um, at hesar umhvørvisvinarligu vørurnar og loysnirnar fara at vera eitt av teimum týdningarmestu kappingarparametrunum í framtíðini.
Kelda: DI Opinion
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi