Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Sersáttmáli um arbeiði á Faroe Pelagic undirskrivaður.
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Faroe Pelagic hava í morgun undirskrivað sersáttmála.

 

Sersáttmálin ásetur treytirnar fyri arbeiðið á virkinum hjá Faroe Pelagic í Kollafirði. Fyri viðurskifti, sum ikki eru serliga ásett í sersáttmálanum, eru høvuðssáttmálarnir millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og ávikavist Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag galdandi.
Eisini er Faroe Pelagic vorðið limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum sostatt yvirtekur sersáttmálan við arbeiðarafeløgini um virksemi hjá Faroe Pelagic.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi