Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Offshore Northern Seas byrjar í morgin
Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka á stóru oljumessuni.

 

Stóra oljumessan í Stavanger, Offshore Northern Seas – ONS, byrjar í morgin, týsdagin 24. august. Sum vanligt eru fleiri føroyskar fyritøkur við á messuni.
Hóast ongin føroyskur landabásur er á messuni í ár, so hevur Uttanríkisráðið saman við Oljuvinnufelagnum tó samskipað ferðina til Stavanger, soleiðis at føroysku fyritøkurnar fáa sum mest burturúr.
Millum annað er skipað fyri, at føroysku fyritøkurnar eisini eru partur av móttøkuni, sum verður umborð á Westward Ho mikudagin 25. august. Móttøkan verður samskipað av Tórshavnar Kommunu saman við Runavíkar Kommunu, har móttøkuluttakararnir fáa brellbitar av føroyskum tónleiki, mentan og mati.
Føroysku fyritøkurnar, sum eru við á ONS í ár, eru PAM Offshore Service, Supply Service, Atlantic Supply Base, Thor Offshore, Virkisráðgeving, Simprentis, Keel Solutions/Offshore Directory og Runavíkar Havn. 
ONS 2010 endar fríggjadagin 27. august.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi