Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Salmon from the Faroe Islands
Føroyska alivinnan fór í 2010 undir eina slóðbrótandi verkætlan í føroyskum høpi. Verkætlanin nevnist Salmon from the Faroe Islands. Talan er um at branda føroyskan alilaks og harvið finna ein felags samleika fyri allan føroyskan alilaks.

 

Føroyskur alilaksur hevur í dag eitt sera gott umdømi millum tey, sum keypa føroyskan laks og tað er greitt, at keypararnir eru fúsir at marknaðarføra føroyskan laks. Hendan verkætlanin hevur so eisini til endamáls at geva keyparunum kunningina og amboðini til tess at gera hetta. 
Eitt endamál við verkætlanini er eisini at økja um gjøgnumskygni, ið er blivið eitt lyklaorð í dag. Føroyska alivinnan hevur nógv at marknaðarføra seg við, eitt nú er hon fremst í heiminum, tá tað kemur til burðardygd og góðsku. Umframt burðardygd og góðsku so er eisini lagdur dentur á, at Føroyar hava tað natúrligasta umhvørvi til at framleiða laks.
Føroyska alivinnan hevur verið væl mannað bæði á International Boston Seafood Show og á European Seafood Exposition í ár. Á hesum stevnum hevur vinnan fingið sera góðar afturmeldingar frá keyparum og góðar upplýsingar um, hvat tørvur er á, soleiðis at keypararnir lættari kunnu marknaðarføra føroyskan laks. Í dag endar fjórði hvør føroyskur laksur í USA og tað er tí umráðandi at fylgja við, hvønn tørv keypararnir hava. Onkuntíð eru tað tey smáu viðurskiftini, sum gera munin, t.d. mugu keypararnir í USA næstan altíð fyrst greiða frá, hvar Føroyar eru, áðrenn teir kunnu fara undir at selja føroyskan laks, og tí má alt marknaðartilfar eisini innihalda kort, sum klárt vísa hvar Føroyar eru.
Sum ein liður í verkætlanini er ein heimasíða gjørd, soleiðis at keyparar og onnur áhugað lætt kunnu fáa kunning um føroyskan laks og yvirlit yvir føroysku alivinnuna sum heild.
Eisini er ein stuttfilmur gjørdur, sum lýsir føroysku alivinnuna:
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi