Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Útbjóðing loysir seg, hóast stríðið
Í Danmark siga átta út av tíggju kommunustjórum, at kommunurnar spara pening við at bjóða kommunalar uppgávur út. Seks út av tíggju kommunstjórunum halda eisini, at kommunalu uppgávurnar verða betri loystar av privatum fyritøkum. Niðurstøðan hjá Dansk Industri er tí, at hóast tað kann tykjast at vera ein tung og trupul tilgongd at bjóða kommunalar uppgávur út, so loysir hetta seg í longdini.

 

Ein mennist við at venja, og tað er eisini galdandi, tá kommunurnar skulu gerast dugnaligari til at bjóða kommunalar uppgávur út, soleiðis at eisini privatar fyritøkur kunnu bjóða uppá tær. Í fyrstu atløgu eru tað nógvar kommunur, sum uppliva tað umsitingarliga strævið at bjóða uppgávur út. Men átta av tíggju kommunustjórum halda tó, at økt útbjóðing – hóast stríðið – sparir kommununi pening. Hetta vísir ein kanning, ið er gjørd millum teir 98 kommunustjórarnar í Danmark.

”Vit kenna aftur, at útbjóðingararbeiðið kann vera tungt umsitingarliga. Tað er ikki bara galdandi fyri kommunurnar, men eisini fyri veitararnar, sum ofta skulu brúka nógva tíð og orku uppá at geva tilboð. Men vit kenna eisini aftur, at tað loysir seg at bjóða uppgávur út.” Hetta sigur Peter Bay Kirkegaard, ið starvast sum leiðandi ráðgevi hjá Dansk Industri. Hann vísir til tøl frá útbjóðingarportalinum, ið vísa, at hvørja ferð ein kommuna hevur brúkt eina krónu til at gera útbjóðingartilfar, so vinnur hon 10 krónur aftur í seinni sparingum.
Tað vísir seg eisini, at alt fleiri danskar kommunur fáa royndir við at bjóða út. Upplýsingar frá Innanríkis- og Heilsumálaráðnum vísa, at donsku kommunurnar bjóða uppgávur út fyri tilsamans 57 milliardir krónur, sum svarar til ein fjórðing av teimum uppgávunum, ið kunnu bjóðast út.
Talið av uppgávum, ið verða bodnar út, er støðugt vaksið seinnu árini, væl stuðlað av einari semju millum kommunufelagið og stjórnina um, at 26,5 prosent av kommunalu uppgávunum skulu bjóðast út í 2010. ”Teir kommunustjórar, sum ikki halda tað loysir seg at bjóða uppgávur út, áttu tí at lært av teirra starvsfeløgum, sum hava víst, hvussu ein kann heysta vinning í sambandi við útbjóðing,” heldur Peter Bay Kirkegaard.
Tað er eisini áhugavert, at 64 prosent av kommunustjórunum halda, at uppgávurnar verða betri loystar, tá tær verða bodnar út. ”Tað er ein rættiliga jalig meting og eitt týðuligt tekin um, at samstarv millum tað almenna og tað privata er ein fyrimunur fyri allar partar,” slær ráðgevin hjá Dansk Industri fast.
Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at á Vinnudegnum, ið verður hildin næsta fríggjadag, fer Guðrið Weihe at hava eina framløgu við heitinum ”Alment-Privat samstarv – eisini í Føroyum? Guðrið Weihe er serfrøðingur innan alment-privat samstarv og arbeiðir fyri ráðgevarafyritøkuna COWI. Sí annars meira um hetta í aðrari grein á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi