Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Milliónastuðul til alivinnu í Danmark
30 mió. kr. eru játtaðar fýra donskum alibrúkum í íløgustudningi til framleiðslu av umleið 6.000 tons av laksi. Í Føroyum verða skattur og avgjøld løgd á alivinnuna.

 

Danska stjórnin hevur saman við ES, stuðla íløgum í donsku alivinnuna við umleið 30 mió kr. Hetta er ein liður í skipaðu menningarætlanini fyri donsku fiski- og alivinnuna fyri tíðarskeiðið 2007-2013.
 
Tað er fiskivinnugrunnurin hjá ES, kallaður EFF, sum fíggjar hetta saman við nationala danska fiskivinnugrunninum.
 
Grundgevingarnar fyri at játta til júst alivinnu eru ein miðvís menning av alivinnuni og av veitarum til alivinnu í Danmark (kelda: www.intrafish.no)
 
Tað er púra greitt, at tann sannroynd, at stórar upphæddir verða latnar í íløgustudningi til kappingarneytarnar hjá føroysku alivinnuni ávirkar kappingina millum fyritøkurnar, sum selja sínar vørur á sama marknaði.
 
Føroyska alivinnan ynskir ikki íløgustuðul, men tann sannroynd, at avgjøld alsamt verða løgd á alivinnuna, og at uppskot nú liggur í løgtinginum um at leggja eykaskatt á alivinnuna á 3,5% hjálpir ikki uppá kappingarstøðuna hjá føroysku alivinnuni.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi