Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Tøkan av laksi og sílum fyri 2010 er nú uppgjørd.
Tøkan av laksi í 2010 er 37.225 tons og av sílum 1.791 tons í kruvdari vekt.

 

Havbúnaðarfelagið savnar vikuliga hagtøl frá kryvjivirkjunum fyri tøkuna av laksi og sílum. Hesi tøl verða løgd út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo undir Føroya Havbúnaðarfelag vikuliga.
Samlaða tøkan av laksi og sílum fyri alt árið 2010 er nú uppgjørd. Sum myndin niða fyri vísir, er tøkan av laksi og sílum minni enn í 2009. Av laksi var tikið 37.225 tons og 1.791 tons av sílum - gjørt upp í kruvdari vekt.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi