Tíðindi: Havbúnaður Ι .
”Framhaldandi burðardygg føroysk alivinna”
Aliráðstevnan 2011 verður fríggjadagin 25. februar. Yvirskriftin fyri aliráðstevnuna er, hvussu vit framhaldandi tryggja eina burðardygga føroyska alivinnu við góðum lívfrøðiligum úrslitum. Dagurin verður settur av landsstýrismanninum í alimálum, Jóhan Dahl.

 

Tveir afturvendandi tættir eru á skránni fyri Aliráðstevnuna, og eru tað marknaðarútlit hjá alivinnuni fyri komandi ár og uppgerð fyri lívfrøðiligu gongdini í alivinnuni í farna ári. Dagurin byrjar við, at hugt verður eftir marknaðarútlitunum, og í ár verður tað Paul Aandahl frá Eksportutvalget for fisk í Norra, ið fer at meta um hesi útlit. Dagurin endar við, at lívfrøðiliga gongdin í føroysku alivinnuni verður gjørd upp, og verður tað aftur í ár Rúni Dam frá Avrik, sum leggur úrslitini fram.
Av øðrum útlendskum gestum eru Tor Einar Horsberg og Trygve T. Poppe frá Norges Veterinærhøgskole, sum fara at greiða frá um ávikavist viðgerð og mótstøðuevni í mun til laksalús, og framleiðslurelateraðar sjúkur hjá laksi.
Av serfrøðingum her heima kunnu vit nevna Rúna Weihe frá Havsbrún, Gunnvør á Norði frá Havstovuni og granskarar hjá Fiskaaling. Hesi fara at greiða frá verkætlanum um framleiðsluoptimering av laksi, umhvørvisávirkan av aling og ymiskum kanningum av laksi. 
Á ráðstevnuni verður eisini høvi at hoyra Árna Olsen greiða frá marknaðarføringsverkætlanini ”Salmon from the Faroe Islands”, og móti endanum av degnum fer Helgi Jacobsen at hyggja aftureftir við at leggja fram – nýkomnu alisøguna ”Ringar í sjónum”.
 
Um kvøldið verður veitsla fyri luttakararnar á aliráðstevnuni, við maka.
 
Kostnaðurin fyri limir í Havbúnaðarfelagnum er 900 kr fyri luttøku um dagin og 600 kr. fyri luttøku til veitsluna um kvøldið.
 
Kostnaðurin fyri tey, sum ikki eru limir í Havbúnaðarfelagnum, er 1.400 kr fyri luttøku um dagin og 600 kr. fyri luttøku á veitsluni um kvøldið.
 
Eins og undanfarin ár verður ráðstevnan og veitslan á Hotel Føroyum.

Melda teg til Aliráðstevnuna her

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi