Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Kunningartiltak um útlendingalóg
Kunningartiltakið verður á Hotel Hafnia 24. juni 2008


Nú nýggjar reglur fyri útlendskari arbeiðsmegi koma í gildi 1. juli 2008, hava arbeiðsgevarar tørv á, at kenna nýggju reglurnar, og hvørjar nýggjar møguleikar hesar geva.

 

Vinnuhúsið skipar tí saman við løgmálaráðnum fyri kunningartiltakið á Hotel Hafnia 24. juni kl. 10.00.

 

Tað verða fólk úr Løgmálaráðnum og frá donsku útlendingamyndugleikunum, sum fara at kunna um nýggju reglurnar og um umsitingina av hesum.

 

Tilmelding til kunningartiltakið fer fram á www.industry.fo ella við at venda sær til Vinnuhúsið telefon 309900. Tilmeldingarfreistin er 23. juni á middegi. Kostnaðurin er 200 krónur fyri limir og 400 krónur fyri ikki-limir.

 

Meira kunning um tiltakið her 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi