Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Føroysk gransking til frama fyri alivinnuna
Á aliráðstevnuni 25. februar 2011 verða granskingarúrslit frá fleiri føroyskum verkætlanum løgd fram.

 

P/F Fiskaaling arbeiðir, sum einasta felag av sínum slagi í Føroyum, burturav við gransking og menning innan alivinnuna, og á aliráðstevnuni verður høvi til at hoyra nærri um nakrar av verkætlanunum hjá Fiskaaling.
Granskararnir, Regin Arge og Ása Jacobsen, fara at greiða frá úrslitum frá kanningum av laksi og laksalús, tvs. um úrslit frá teljingum, resistenskanningum og populasjónskanningum. Eisini fer Magnus Pauli Magnussen, granskari, at greiða frá verkætlan um góðsku á føroyskum laksi.
Eisini Havsbrún og Havstovan hava granskingarverkætlanir, sum høvi verður at frætta um á aliráðstevnuni. Rúni Weihe frá Havsbrún fer at greiða frá verkætlan um framleiðsluoptimering av laksi, meðan Gunnvør á Norði frá Havstovuni fer at greiða frá verkætlan um umhvørvisávirkan av aling á Kaldbaksfirði. 
Føroyska alivinnan fegnast um, at gransking innan aling er ment somikið, at vit kunnu hava fleiri føroyskar fyrilestrar á Aliráðstevnuni.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi