Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Laksur spáddur ein týðandi matvøruleiklut í framtíðini
Meðan kinesarar leingi hava haft laks sum yndis sushifisk, so er tað tunfiskur, ið hevur verið høvuðs sushifiskur í Japan. Men nýtt rák vísir, at børn og ung í Japan ikki hava somu preferensir sum foreldraættarliðið.

 

Aldur laksur verður spáddur eina ljósa framtíð. Hetta vildu Paul Andahl og Hans Petter Næs frá Eksportudvalget fyri fisk í Norra í øllum førum vera við á laksaseminari í Oslo í síðstu viku. Teirra meting er, at laksurin fer at fáa størri týdning á nevndu marknaðum í tíðini sum kemur. Á aliráðstevnuni 25. februar fer Paul Aandahl at greiða frá marknaðarútlitunum fyri alivinnuna í 2011.
 
Sushi a la Mc Donalds
Í Japan eru matstovur við sushi á flutningsbandi væl umtóktar millum barnafamiljur. Á hesum matstovum verður borðreitt við heilsugóðum mati, samstundis sum mátin hjá Mc Donalds at røkka barnafamiljur uppá verður nýttur. Og kanningar vísa, at laksurin hevur eina sterka støðu millum japanskar barnafamiljur. Og her tosað vit um landið, sum hevur heimsins hægstu nýtslu av sjómati.
 
Í Kina er laksurin týdningarmiklast
Í Kina er støðan ein onnur, tí líka frá at kinesarar byrjaðu at eta ráan fisk í nýggjari tíð, hevur laksurin haft ein týðandi leiklut. Hetta sæst eisini við, at laksurin er ein týðandi partur av øllum sushimatkortum.
 
Í Norra sæst hetta aftur í eftirspurninginum eftir norskum laksi. Saman við Hong Kong, hevði Kina sterkasta vøksturin í eftirspurningi eftir norskum laksi í 2010.
Føroyski útflutningurin av alilaksi fer fyri tað mesta til ES lond og USA.  Um føroyskur laksur eisini verður at síggja á sushi matarkortunum í asiatisku londunum í framtíðin verður spennandi at fylgja.
 
Kelda: kyst.no
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi