Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι .
Nýggj vegleiðing um marknaðarføring av umhvørvi og etikki
Danski brúkaraumboðsmaðurin setur í nýggjari vegleiðing krøv til, hvussu fyritøkur nýta boðskapir um umhvørvi, veðurlag, burðardygd, framleiðsluviðurskifti osfr. Tað skal vera grein í boðskapunum, so brúkararnir ikki verða snýttir.

 

Endamálið við vegleiðingini er at fáa greiðar reglur fyri, nær ein fyritøka kann selja sína vøru sum t.d. meiri umhvørvisvinarliga, so brúkarunum verður tryggjað ein viðkomandi og trúlig kunning um, hvussu vøran ávirkar umhvørvið. Vegleiðingin skal eisini vera við til at tryggja veruliga og loyala kapping til fyrimuns fyri tær mongu fyritøkurnar, sum kunnu standa inni fyri teirra boðskapi.
Danski brúkaraumboðsmaðurin, Henrik Øe, sigur, at í síðsta enda er endamálið at sleppa undan villleiðing av brúkarunum. Greiðir og reellir boðskapir skulu koma umhvørvistilvitaðum brúkarum til góðar.
Vegleiðingin er gjørd í saman við m.a. umboðum fyri danskar vinnulívsfelagskapir, og leiðandi ráðgevi hjá DI, Ulla Lyk-Jensen, staðfestir, at tað er positivt við eini vegleiðing á økinum. Tað gevur greiðu um galdandi reglur til fyrimuns fyri fyritøkurnar og styrkir javnbjóðis kappingina.
Kelda: DI Opinion og www.forbrugerombudsmanden.dk 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi