Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Eitt kut av alisøguni á Aliráðstevnuni
Á Alisráðstevnuni tann 25. februar fer Helgi Jacobsen at hava framløgu um Alisøguna “Ringar á sjónum”, sum Helgi seinastu tíðina hevur skrivað fyri Havbúnaðarfelagið.

Við nýggju alisøguni verður gongdin í føroysku alivinnuni lýst frá trilvandi byrjan til blómandi vinnu. Eisini hoyra vit um stóra bakkastið eftir túsundáraskiftið, ið mundi gjørt av við føroyska alivinnu. Og um eftirfylgjandi miðvísa arbeiðið hjá føroyskum alarum fyri at fáa regluverk frá myndugleikunum at halda seg til, soleiðis at søgan ikki fór at endurtaka seg.

Á Aliráðstevnuni verður høvið at ogna sær eitt signerað eintak av alisøguni “Ringar á sjónum”.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi