Tíðindi: Havbúnaður Ι .
“Salmon from the Faroe Islands”
Á Aliráðstevnuni 25. februar fer Árni Olsen, verkætlanarleiðari, at greiða nærri frá verkætlanini “Salmon from the Faroe Islands”.

 

Í 2010 fóru føroysku alifyritøkurnar Bakkafrost, Salmex, Marine Harvest og Luna  undir felags átak at marknaðarføra føroyskan alilaks úti í heimi undir heitinum “Salmon from the Faroe Islands”. Endamálið við verkætlanini er at gera føroyskan laks sjónligari og at styrkja um umdømi á føroyskum laksi úti í heimi. Føroyska alivinnan er ein av teimum fremstu í heiminum, tá tað kemur til lívfrøðiligt úrslit, og føroyski laksurin er við til at byggja sær eitt umdømi sum heimsins dygdarbesti alilaksur.
Verkætlanin “Salmon from the Faroe Islands” stendur eitt nú aftanfyri heimasíðuna www. salmon.fo, har dygdargóðskan á føroyskum alilaksi verður lýst. Heimasíðan er løtt at finna fram til á alnótini, og á henni kunnu útlendskir keyparar fáa eina heildarmynd av føroysku alivinnuni.
Amerikanarar hava síðstu tvey árini fingið sera gott eyga á føroyskan laks. í dag verður fjórði hvør føroyskur laksur útfluttur til USA. Stórsta fiskivinnu søluráðstevnan í Norður Amerika er International Boston Seafood Show. Í fjør var fyrsta árið, har øll føroyska alivinnan var umboða við bási á søluráðstevnuni í Boston, og hetta verður aftur í ár, men nú verður føroyskur laksur nógv sjónligari; føroysku fyritøkurnar koma at hava egnan bás undir regnskjóls brandinum “Salmon from the Faroe Islands” og onnur marknaðar átøk verða gjørd fyri at økja um sjónleikan av føroyskum laksi á søluráðstevnuni í Boston.
Á Aliráðstevnuni fer Árni Olsen eisini at leggja fram útflutningstøl av føroyskum laksi.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi