Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Útflutningshagtøl á Aliráðstevnuni
Hagstovan hevur nú almannakunngjørt útflutningshagtølini fyri alivinnuna í 2010, og eru hesi serstakliga áhugaverd.

 

Tølini avdúka, at tosa vit um nøgd, so hilnaðist 2009 betur enn 2010, men tosa vit um virði í krónum, so var úrtøkan størri í 2010 enn 2009. Orsøkin til hetta er einføld: 2010 hevur verið eyðkend við framúr góðum marknaðarprísi fyri laksi, og sæst hetta eisini aftur í útflutningsvirðinum fyri 2010.
 
Staðfestast kann tí enn einaferð, at í alivinnuni eru sveiggini stór. Vit kunnu fegnast um, at tað hesa ferð er tann hugagóða vegin.
 
Komandi fríggjadag tann 25. februar er Aliráðstevnan 2011 og verður har høvi at hoyra nærri um útflutningshagtølini, og eisini um marknaðarútlitini á heimsmarknaðinum í 2011.
 
Seinasta freist at melda til Aliráðstevnuna 2011 er mikudagin 23. Februar.
 
Grafarnir vísa útflutning av føroyskum laksi tvey tey seinastu árini.

 

Útflutningur av føroyskum laksi

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi