Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Samstarv um landabásar hevur týdning
Oljuvinnufelagið fegnast um, at Uttanríkisráðið hevur skipað fyri einum føroyskum landabási á Offshore Europe 2011 oljumessuni í Aberdeen.

 

Landabásar vísa ikki bara Føroyar sum oljuvinnuland, men eisini sum eitt land, ið er vert at leggja merki til í heila tikið. Tað er tí av týdningi, ikki bara fyri Oljuvinnufelagið, men eisini fyri almennu Føroyar, at ein føroyskur landabásur er fastur partur av oljumessunum um okkara leiðir.
 
At fara útum landoddarnar og marknaðarføra seg er sera tungt hjá føroyskum fyritøkum, sum í heimshøpi eru smáar. Í felag lyfta vit kortini munandi betur, og tiltøkini við landabásum hava stóran týdning fyri at marknaðarføra føroyska vinnu, ið annars má dúva uppá ein lítlan heimamarknað.
 
Skipanin, ið bygdi á, at Menningarstovan/Samvit tók uppá seg samskipan, Vinnuframagrunnurin stuðlaði við gólvøkinum, og luttakararnir í felag rindaðu fyri at byggja básin og luttøkuna annars, virkaði stak væl.
 
Tað gleðir okkum tí, at Uttanríkisráðið hevur tikið upp týdningarmikla leiklutin, sum fyrst Menningarstovan og síðani Samvit stóð fyri. Hesin parturin av messuluttøkunum má ikki detta burtur, skrivar Oljuvinnufelagið í brævi til landsstýrismannin í Uttanríkismálum Jacob Vestergaard.
 
Oljuvinnufelagið mælir tí til, at vinnan og tað almenna í felag fara undir at viðgera spurningin um at endurskipa eitt útflutningsráð ongantíð ov skjótt
 
Meðan hetta arbeiði verður gjørt, vóna vit, at Uttanríkisráðið og Vinnumálaráðið framhaldandi stuðla føroyskari luttøku á landabásum, sum kunnu fremja sølu og útflutning av føroyskum vørum og tænastum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi