Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Føroyskir alarar á størstu fiskivinnusøluráðstevnuni í Norður Amerika
Afturvendandi størsta fiskivinnusøluráðstevnan í Norður Amerika, International Boston Seafood Show eisini nevnd IBSS, verður 20-22. mars.

 

Aftur í ár verður søluráðstevnan hildin við luttøku av føroysku alivinnuni. 2010 var fyrsta árið, har øll føroyska alivinnan varð umboðað við bási á søluráðstevnuni.  Í ár verður føroyskur laksur nógv sjónligari á søluráðstevnuni, tí at føroysku alararnir fyri fyrstu ferð fara at marknaðarføra seg undir nýggja regnskjólsbrandinum “Salmon from the Faroe Islands”.
Høgi prísurin á amerikanska marknaðinum fyri feskan laks í stórari stødd hevur gjørt hendan marknaðin áhugaverdan fyri føroyskar alarar. Tað er serliga sushi matvøruvinnan í USA, sum hevur fingið gott eyga á føroyska laksin. Amerikanski marknaðurin hevur ment seg til at vera ein ógvuliga týðandi marknaður fyri føroyska alivinnu.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi