Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Suðuroyar Handverksmeistarafelag stovnað
Stovnandi aðalfundur í Suðuroyar Handverksmeistarafelag var í farnu viku hildin á Seglloftinum á Tvøroyri.

 

Handverksmeistarar í Suðuroynni hava tikið stig til at stovna eitt felags lokalfelag fyri alla Suðuroynna, og á fundinum var góð undirtøka fyri ætlanini.

 
Í nevndina í nýggja felagnum eru valdir:
Mortan Mortensen, formaður
Júst Johannesen, næstformaður
Gudmund Larsen, skrivari
Hans Olaf Johannesen
Andrias Holm
 
Tað hava higartil verið tvey lokalfeløg í Suðuroynni, Vágs og Tvøroyrar handverksmeistarafeløg, men seinnu árini hevur einki virksemi verið í feløgunum. Nýggjar nevndir vórðu eisini valdar í hesi feløgini við tí endamáli at fyrireika uppskot til ein komandi eykaaðalfund um avtøku av feløgunum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi