Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Fiskivinnuting í morgin 22. mars
Í morgin 22. mars skipar Havstovan fyri Fiskivinnutingi í Norðurlandahúsinum. Á skránni er, hvussu verður fiskivinnan undir Føroyum burðardygg og lønandi?

 

Fiskivinnutingið er skipa við fyrilestrum og kjaki um, hvussu fiskivinnan undir Føroyum kann gerast burðardygg og lønandi. Umboð fyri arbeiðstakara og arbeiðsgevara í fiskivinnuni halda fyrilestur umframt umboð fyri granskingarstovnar og onnur, sum hava hildið seg framat í kjakinum um eina lønandi fiskivinnu.
Tilmelding umvegis heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi