Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Føroya Arbeiðsgevarafelag yvirtikið sáttmálan við Føroysk Miðlafólk
Allir sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum á landi eru nú undir sama felag

 

Hin 1. apríl yvirtók Føroya Arbeiðsgevarafelag sáttmálan við Føroysk Miðlafólk frá Føroya Blaðútgevarafelag.
 
Hesi seinnu árini eru fleiri og fleiri sáttmálar komnir undir ábyrgd Føroya Arbeiðsgevarafelags, antin beinleiðis ella við, at onnur arbeiðsgevarafeløg eru vorðin limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Sáttmálin millum Føroya Blaðútgevarafelag og Føroysk Miðlafólk var hin síðsti, sum lá uttanfyri felagið.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at við hesum eru allir sáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum á landi undir Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi