Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Føroyskur laksur sera sjónligur á søluráðstevnu í USA
Síðst í mars mánaði var øll føroyska alivinnan (Bakkafrost, Salmex, HiddenFjord og Marine Harvest) og útstillaði á International Boston Seafood Show (IBSS), sum er størsta søluráðstevna fyri fiskavørur í Norður Amerika.

 

Føroyska alivinnan útflutti næstan 350 milliónir krónur av laksi til USA í 2010, tað vil siga at fjórði hvør føroyskur laksur endaði í USA. 
 
Føroyskur laksur hevur gott orð á sær í USA og á IBSS var føroyskur laksur serliga sjónligur. Føroyska alivinnan hevur seinasta árið arbeitt miðvíst við at menna eina felags marknaðarføring fyri allan føroyskan laks undir heitinum “Salmon from the Faroe Islands”.   IBSS 2011 var fyrsta søluráðstevna har føroyska alivinnan marknaðarførir seg undir nýggja felags marknaðarføringsheitinum.  Árni Olsen verkætlanarleiðari fyri Salmon from the Faroe Islands sigur, at tað var sera hugaligt at síggja úrslitið av arbeiðinum seinasta ári koma til sín rætt á IBSS 2011.
 
Afturat básinum var eisini ein miðvís marknaðarføring sett í verk fyri at fáa føroyskan laks so sjónligan sum gjørligt á søluráðstevnuni.  Eitt nú varð lýst við føroyskum laksi á heimasíðuni hjá IBSS og lýsingarskelti vóru sett upp á stevnuni.  Salmon from the Faroe Islands stóð eisini á 10.000 luksus beriposum sum tey vitjandi á stevnuni fingu.
 
Á sínum bási borðreiddi Marine Harvest Faroes við sushi, sum var gjørt við føroyskum laksi.
 
Myndir frá søluráðstevnuni liggja á hesi leinkju:  http://salmon-from-the-faroe-islands.com/news-internationalbostonseafoodshow.htm
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi