Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
1. mai
Í ár var 1. mai ein sunnudagur

 

1 mai er heilur frídagur hjá hesum feløgum:
 
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.
 
Hetta merkir at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hendan dagin, verður lønt við dupultari normalløn, so leingið halgan varðar.
 
Í ár fall 1. mai sum kunnugt á ein sunnudag. Hetta merkir ikki, at arbeiði, sum varð gjørt sunnudagin 1. mai, verður lønt við 200 %, men sum vanligan sunnudag við 100%. Annar frídagur verður ikki latin fyri 1. mai.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi