Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Opec: Vit hava ikki ábyrgdina av prísskelkinum
Tað er spekulatión og ikki manglandi oljuútboð, ið er orsøkin til teir methøgu oljuprísirnar.

 

Í vikuskiftinum varð oljutoppfundur hildin í Saudi-Arabiska havnabýnum Jeddah. Umframt stjórnarleiðarar og ráðharrar úr 35 londum, luttóku umboð fyri 7 felagsskapir og 25 oljufeløg á fundinum.
 
Við stuttari ávaring hevði Abdullah kongur í Saudi-Arabia bjóða viðkomandi pørtum at skifta orð um prísskelkin og møguleikarnar fyri at fáa oljuprísin at falla, og harvið blása nýtt lív í heimsbúskapin. Aftaná at hava fundast í fýra tímar, noyddust luttakararnir tó at fara heimaftur uttan úrslit.
”Stúranirnar um framtíðar oljutilfeingið eru grundleggjandi skeivar. Heimurin hevur nokk av olju til nógv ártíggju afturat. Okkum tørvar ikki meira olju í undirgrundini, men harafturímóti at fáa oljuna upp, góðska hana og fáa hana út til brúkararnar. Við øðrum orðum kunnu hvørki høgu oljuprísirnir ella tey stóru sveiggini á oljumarknaðinum vera grunda á hesi viðurskifti,” sigur Ali al-Naimi oljuráðharri í Saudi-Arabia.
 
 
Spekulatión í rávørum
Leitast skal heldur eftir orsøkini til prísskelkin í teimum londum, sum brúka oljuna, heldur al-Naimi.
 
Ringa gongdin á parta- og lánsbrævamarknaðunum hevur eggja íleggjarum til at flyta teirra pengar yvir í olju og aðrar rávørur. Bara í USA umboða parta- og lánsbrævamarknaðirnir virðir fyri 250 billiónir krónur. Um einans eitt hálvt prosent av hesari upphædd verður flutt yvir í marknaðirnar fyri keyp og sølu av olju, svarar hetta til váðafúsan kapital uppá 1.250 milliardir krónur, ella meir enn samlaða virðið av øllum oljukontraktum á keypsskálanum í New York. Tað sigur seg sjálvt, at teir fíggjarligu íleggjararnir kunnu ávirka gongdina í oljuprísinum,” staðfestir Saudi-Arabiski oljuráðharrin.
 
 
Økja framleiðsluna
Hóast Saudia-Arabia, vegna tey oljuframleiðandi londini, leggur høvuðsábyrgdina av prísskelkinum yvir á spekulantar, ferð kongaríkið at økja oljuframleiðsluna restina av árinum; eisini meir enn tær hálvu millión tunnurnar um samdøgrið, sum landið longu hevur boðað frá.
 
”Í royndunum at minka um prístrýstið eru vit til reiðar at økja framleiðsluna, um kundar okkara geva til kennar, at teir hava tørv á meira olju,” sigur Ali al-Naimi.
 
Á hesum øki gongur Saudi-Arabia ímóti hinum Opec-londunum, sum halda fast um, at heimsmarknaðurin hevur nokk av olju, og tá stígur er um at koma í altjóða eftirspurningin, er vandi fyri prískollapsið, um meira olja verður boðin út, enn eftirspurningur er til.
 
”Talan er um eina óskynsama avgerð. Útboðið skal ikki økjast tá eftirspurningurin fellur. Harumframt er einki, sum sigur okkum, at meira olja ferð at trýsta prísirnar niður,” sigur forsetin í OPEC, Chakib Kelil.
 
 
Eftirlit við keypsskálunum
Samuel Bodman, orkuráðharri í USA, væntar ikki at oljuprísirnir falla, fyrr enn tann tøka framleiðsluorkan í heiminum verður í minsta lagi fýra milliónir tunnur um samdøgrið. Í løtuni er tøka framleiðsluorkan tríggjar milliónir tunnur um samdøgrið, harav 75 prosent eru í Saudi-Arabia.
 
Á einum øki varð semja tó funnin í Jeddah:
 
Meira alment eftirlit skal havast við keypsskálunum, ið handla olju, og gjøgnumskygni skal økjast, soleiðis at tað gerst lættari at síggja, hvussu stórur partur av prísgongdini skyldast ávirkan frá íleggjarum, sum annars ikki hava nakað tilknýti til oljuvinnuna.
 
Kelda: epn.dk
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi