Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Kunningarfundur um bygging av skúladepli í Marknagili
Í sambandi við, at arbeiðið at byggja nýggjan miðnámsskúladepil verður boðið út í summar, verður í næstum hildin ein kunningarfundur fyri byggivinnuna, har Landsverk m.a. fer at greiða frá um útbjóðingargongdina og tíðarætlanina.

 

Kunningarfundurin verður hildin týsdagin 31. maj kl. 13.00 á Hotel Føroyum.
 
Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, sum ynskja at luttaka, verða vinaliga bidnir um at boða frá luttøku á industry@industry.fo ella á tlf. 309900 í seinasta lagi fríggjadagin 27. mai.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi