Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Kunningartilfar til útlendska arbeiðsmegi
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt kunningartilfar, sum limir tess kunnu geva teimum útlendingum, teir seta í starv.

 

Nýggj lóggáva um útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, kemur í gildi í morgin 1. juli 2008.
 
Í hesum sambandi hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag latið gjørt kunningartilfar á enskum, sum limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnu geva teirra útlendsku starvsfólkum.
 
Kunningartilfarið inniheldur
  • eina yvirskipaða lýsing av bygnaðinum á føroyska arbeiðsmarknaðinum,
  • lýsing av mest týdningarmiklu setanarviðurskiftunum, so sum viðurskifti í sambandi við lønir, arbeiðstíð, frítíð og sjúku,
  • teir týdningarmestu sáttmálarnar, sum galda á føroyska arbeiðsmarknaðinum,
  • og yvirlit yvir hentar upplýsingar hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
 
Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnu venda sær til Vinnuhúsið á telefon 309900 ella á industry@industry.fo fyri at fáa tilfarið.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi