Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Pólsk arbeiðsmegi rýmir úr Danmark
Danir skulu venja seg við at siga ”Do widzenia” við teir póllendingar, sum eru komnir til Danmarkar at arbeiða.

 

Alsamt fleiri póllendingar venda heimaftur til Póllands og hetta kann merkja, at danska vinnulívið í framtíðini má leita sær arbeiðsmegi uttan fyri ES. Hagtøl frá Danmarks Statistik vísa, at samanborið við 2004, fóru meir enn tvífalt so nógvir póllendingar heim aftur í 2007. Eins og nógv onnur lond í Evropa, hevur Pólland trupulleikar við at fáa starvsfólk, og tí hevur forsetisráðharrin Donald Tusk roynt at fáa útlagnar póllendingar at venda heim aftur.
 
Sambært Dansk Industri noyðist ES at gera okkurt til tess at draga arbeiðsmegi at sær.
 
Tað gerst alsamt meira torført hjá fyritøkum at finna arbeiðsmegi, og tí noyðist ES helst at marknaðarføra seg betur mótvegis londum í triðja heiminum, sigur Martin Kabongo, ráðgevi hjá Dansk Industri.
 
Kelda: epn.dk
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi