Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Offshore Northern Seas byrjar í morgin
15 føroyskar fyritøkur luttaka á ONS 2008, ið verður í døgunum 26. – 29. august.

 

Aftur hesuferð hava Føroyar egnan landabás á ONS 2008. Tað eru Oljuvinnufelagið og SamVit, sum samskipa føroyska básin. Tær 15 fyritøkurnar sum luttaka eru:
 
Atlantic Airways, Atlantic Supply Base, Beras, Bitland, Faroe Petroleum, Faroe Ship, Føroya Tele, Keel Solution, Simprentis, Shefa, Skipasmiðjan, Supply Service, Virkisráðgeving, Runavíkar Havn og Tórshavnar Havn.
 
Landsstýrismaðurin í tilfeingismálum, Torbjørn Jacobsen, verður eisini við á ferðini, saman við umboðum frá Jarðfeingi.
 
Sum partur av ONS verður skipað fyri festivalið á bryggjuni í Stavanger. Her fer m.a. Westward Ho at liggja – beint yvir av tjaldinum, sum Tórshavnar Kommuna hevur sett upp. Tjaldið saman við sluppini fara at vera karmur um føroyska mentan, mat og tónleik. Harafturat skipa Tórshavnar Kommuna og Runavíkar kommuna saman við fyritøkunum á landabásinum fyri móttøku umborð á Westward Ho mikudagin.
 
Samlaða framsýningarøkið á ONS 2008 er 17.500 fermetrar í 10 hallum. Føroyski básurin er 60 fermetrar til støddar, og er hetta væl størri enn á ONS 2006. Í 2006 vitjaðu næstan 40.000 fólk framsýningina og fyriskipararnir aftanfyri framsýningina vænta, at framsýningin í ár verður enn størri.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi