Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Villleiðandi kunning í fjølmiðlum og á heimasíðu Landsverks
Bræv frá Føroya Handverksmeistarafelag til Landsstýrismannin í Mentamálum, Bjørn Kalsø.
 
Tað er ikki sørt hugstoytt aftur at vera vitni til, hvussu Landsverk als ikki virðir gjørdar avtalur, og at Landsverk nýtir fjølmiðlar og heimasíðu sína til at niðurgera føroyska byggivinnu.
 
Fyri at svara einsíðugu kunningini hjá Landsverk í málinum um Marknagilsdepilin, fara vit at koma við fylgjandi viðmerkingum og kunning um málið.
 
Føroya Handverksmeistarafelag hevði tann 16. mai boðað mentamálaráðharranum Bjørn Kalsø við aðalstjóra, politiska fylgibólkinum og floksformonnunum til fundar um útbjóðingina í Marknagili. Nú freistin at svara spurningum var farin, og ógreiðan um útbjóðingina enn ikki var loyst, ynskti vinnan at greiða Mentamálaráðnum og politikarunum frá støðuni, sum var í komin, hvussu vinnan sá støðuna, og hvat tey undangóðkendu feløgini høvdu valt at gera. Mentamálaráðið ynskti, at stjórin á Landsverk eisini var boðsendur, og hetta var sjálvandi eftirlíkað.
 
Á fundinum í Vinnuhúsinum varð greitt frá gongdini í málinum, og hvør støðan var, nú svarfreistin var farin, og bert ein vika var eftir, til tilboðini skuldu latast Landsverki. Á fundinum varð somuleiðis boðað frá, at útlit vóru til, at bert fáar av undangóðkendu fyritøkunum fóru at bjóða við tí grundarlagið, sum fyrilá. Eisini varð boðað frá, at Føroya Handverksmeistarafelag tó ikki ætlaði at blokera ætlanina, men bert at bera boðini frá teimum undangóðkendu feløgunum.
 
Íkomna støðan varð viðgjørd bæði væl og leingi, uttan tó at nøkur semja fekst við Landsverk um, hvussu nú skuldi farast fram. Fleiri møguligar loysnir vórðu umrøddar, uttan tó at komið varð til nakra niðurstøðu. Partanir samdust tó um at fara hvør til sín, og innanhýsis umrøða møguligar loysnir á málinum. Partanir samdust eisini um at møtast aftur, og inntil hesin fundur hevði verið, ikki at útala seg alment um málið.
 
Heldur ikki hesa avtalu megnaði Landsverk at halda, nú teir í vikuni bæði í útvarpi og á heimasíðu síni enn einaferð royna at vreingja veruleikan og niðurgera alla føroysku byggivinnu.
 
Landsverk orðar seg so, at ein fær fatan av, at føroyska handverksvinnan er seinment og ódugnalig. Tí at hon kennir seg ótrygga, “hóast útbjóðingartilfarið er evnað til eftir teimum forskriftum, sum verða nýttar í flestu grannalondunum í sambandi við størri byggiverkætlanir”.
 
Til hetta er at siga, at tað alla tíðina hevur ligið í kortunum, at arbeiðið sjálvandi skuldi bjóðast út eftir føroyskum reglum og siðvenju, og ikki útlendskum sum Landsverk leggur upp til. At Landsverk sum byggiharri eftir eitt ár enn ikki hevur megnað at fingið útbjóðingartilfarið gjørt á slíkan hátt, at tað líkur føroyskar reglur og siðvenju, er sjálvandi eina og áleina teirra ábyrgd. At Landsverk hevur havt so trupult við at skilja sín arbeiðssetning, er eisini høvuðsorsøkin til, at útbjóðingin ikki er avgreidd enn, og at arbeiðið uppá Marknagilsdepilin ikki er klárt at byrja enn. Nú er licitatiónin so aftur útsett. Hesuferð til fyrsta arbeiðsdag eftir íðnaðarsummarfrítíðina. Tað kunnu vit so bara taka sum eina barnsliga provokatión.
 
Føroyska byggivinnan kann vísa á fleiri stórar byggiverkætlanir, sum eru væl greiddar úr hondum seinastu árini. Hvussu er statt hjá Landsverk, kunnu teir sjálvir døma um. Tað hevði í hvussu so er sømt seg hjá Landsverk at víst føroysku byggivinnuni størri virðing.
 
Vit kunnu eisini siga frá, at tað er ikki bert tann føroyska byggivinnan, sum ikki kennir seg á tryggari grund. Fleiri av stóru útlendsku veitarunum hava boðað frá, at teir ikki vilja bjóða uppá veitingarnar, við tí grundarlagið sum fyriliggur. So nógvir ósvaraðir spurningar eru, at eisini teir nokta at koma við boðum uppá veitingar. Hetta fingu fundarluttakarnir eisini at vita á fundinum í Vinnuhúsinum tann 16. mai.
 
Tað hevur týðning hjá okkum at vísa á, at føroyska byggivinnan hevur stóran áhuga í verkætlanini, bæði tí at hon vildi økt um virksemið og inntøkumøguleikarnar, og tí at skúladepilin hevði bøtt munandi um karmarnar hjá lærlingum, handilsskúla- og studentaskúlanæmingum. Sum kunnugt so varar vinnan beinleiðis av bæði Tekniska skúla og Handilsskúlanum, og tí einum stórum parti av verkætlanini.
 
Landsverk hevur rætt í, at verkætlanin er stór. Havandi hetta í huga, er tað meira umráðandi enn nakrantíð at tryggja, at verkætlanin er væl útgreina og uttan ivamál. Fyri okkum, sum vara av vinnuni, er tað ein sjálvsagdur lutur, umframt at tað eisini í hesi verkætlanini er okkara ábyrgd, at boða frá, um tað eru viðurskiftir, sum vit vita ikki eru í lagi.
 
Tað er ábyrgdarleyst at fara undir eina so stóra verkætlan á so ótryggum grundarlagi, sum her er talan um.
 
Heldur enn at niðurgera alla føroysku byggivinnuna átti Landsverk kanska at tikið í egnan barm. Kann tað hugsast, at Landsverk sjálvt ikki sær allar manglarnar við projektinum, og teir vandar, sum her kunnu standast av? Er hetta kanska orsøkin til at Landsverk áhaldandi kveistrar allar sakligar atfinningar frá sær og í niðrandi orðalagið niðurgerð tær atfinningarsomu røddinar? Havandi støðuna í byggivinnuni í huga, er tað ikki av ongum, at fyritøkurnar eru afturhaldandi í mun til at bjóða uppá hesa annars so kærkomnu verkætlan.
 
Landsverk førir eisini fram, at útbjóðingartilfarið er evnað til eftir teimum forskriftum, sum nýttar verða í flestum av okkara grannalondum. Men tað avgerðandi er, at verkætlanin lýkur føroyskar reglur og siðvenju, og at útbjóðingin er í trá við gjørdar avtalur. Skúlin í Marknagili skal byggjast í Føroyum, og tí er tað ein sjálvfylgja at útbjóðingartilfarið er gjørt í trá við tær reglur og siðvenjur sum her eru galdandi, og ikki sum ført verður fram, í trá við forskriftir í okkara grannalondum.
 
Vónandi hava Landsverk, Mentamálaráðið og politikararnir skilt álvaran í støðuni og vilja av heilum huga virka fyri at verkætlanin aftur kemur á beint.
 
Okkara partur skal í hvussu so er ikki liggja eftir.
 
 
 
Vinarliga
Føroya Handverksmeistarafelag
 
 
 
Magnus Magnussen, formaður­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi