Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Noreg klárar ikki at framleiða øktu toskakvoturnar
Øktu toskakvoturnar í norskum sjógvi hava givið norðmonnum ein trupulleika.
Samstundis sum norska framleiðsluorkan á landi og á sjónum er minkað seinnu árini, loysir framleiðslan í Kina seg alt verri, orsakað av hækkandi kinesiska lønarlagnum. Hetta hevur ført til, at framleiðslan av norskum toski í Kina er minkað í stórum í 2012. Komandi ár hækkar norska toskakvotan við 30%, og tí er kvotan munandi størri enn framleiðsluorkan í løtuni. Hetta kann føra til lækkandi prís á toski, metir formaðurin í Norges Sjømatråd.
Um prísurin lækkar, kann tað framvegis gerast lønandi at senda hann til Kina til virkingar, men hetta verður ikki mett at verða ein haldbar støða upp á longri sikt.Norðmenn vænta, at framleiðsluorkan á landi fer at verða óbroytt komandi árini, og tí má toskurin framleiðast aðra staðni, eitt nú í baltisku londunum og øðrum evropeiskum londum.
Noreg er partur av Pan-evropeisku kumuleringsavtaluni og tí kunnu fyritøkur í londum, sum eru partur av avtaluni, innflyta norskan torsk, virka hann og selja virkaðu vøruna við uppruna úr framleiðslulandinum, eftir teimum treytum, sum eru í kumuleringsavtaluni.
Hóast Føroyar er partur av kumuleringsavtaluni, er flutningskostnaðurin úr Noreg til Føroya framvegis ein forðing fyri at virka norskan tosk í Føroyum. Tó so verður nakað av norskum toski innflutt til Føroya til virkingar.
Kelda: Intrafish
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi