Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Prísurin á pangasius fer væntandi at økjast munandi
Orsaka av, at fóðurkostnaðurin er øktur sera nógv, roknar Jan Trollvik frá Eksportutvalget for fisk í Noregi við, at framleiðslukostnaðurin á pangasius fer at økjast munandi, umframt at framleiðslan fer at minka.

 

Á ráðstevnuniAquavision í Stavanger herfyri varð víst á, at prísurin á pangasius uttan iva fer at hækka munandi orsaka av øktum framleiðslukostnaði.
Hetta er Jan Trollvik frá Eksportutvalget for fisk (EFF) heilt samdur í. ”Í framleiðslukostnaðinum av pangasius er 75% fóðurkostnaður og fóðurprísurin er øktur 75% seinasta árið. Tað merkir, at framleiðararnir í Vjetnam nú stríðast við sera vánaligum lønsemi” sigur Trollvik.

Framleiðslan av pangasius í Vjetnam er økt munandi seinnu árini og marknaðurin er samstundis øktur. Serliga er tað ES marknaðurin og russiski marknaðurin, sum keypa stórar nøgdir av hesum fiskaslagnum. Miðalprísurin á pangasius er 1,7 US dollar pr. kg, sum er sera lágt í mun til laks og fleiri onnur alifiskasløg. Framleiðslukostnaðurin er tó hægri enn 1,7 US dollar pr kg og merkir tað, at framleiðararnir missa pening, sigur Trollvik. Roknað verður við, at marknaðurin fyri pangasius fer at spenna ímóti økingini í prísinum og fer hetta at merkja minni umsetning av vøruni.

”Samanumtikið kunnu vit rokna við, at framleiðslan av pangasius í næstum fer at minka, at marknaðarprísirnir fara at økjast og at marknaðarpartarnir minka”, sigur Jan Trollvik at enda.

kelda: www.kyst.no
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi