Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι .
Húgvan gevur falskan tryggleika
Studentar uttan víðarigangandi útbúgving eru í vanda fyri at enda sum de fact- ófaklærd, óttast Arbejderbevægelsens Erhvervsråd.

Greinin niðanfyri hevur sítt støði í Danmark, men ikki er óhugsandi at støðan í Føroyum líkist tí donsku.  

 

Studentaskúlin er ein sólskinssøga uttan enda. Tey seinastu tíggju árini er parturin av hvørjum árgangi, sum fer á studentaskúla, vaksin við meira enn einum prosenti um árið. Í ár ætla heili 73 % av teimum næmingum, sum fara úr danska fólkaskúlanum, at fara í studentaskúla.

 

Methøga tilgongdin av næmingum í studentaskúlarnar kann tó geva bakslag bæði fyri hin einstaka, men eisini fyri samfelagsbúskapin.

 

Eini 7 – 8 % av hvørjum ungdómsárgangi, sum hava tikið eina gymnasiala útbúgving, fara ongantíð víðari í útbúgvingarskipanini. Í 2020 fara knapt 62.000 av teimum at vera á einum arbeiðsmarknaði, sum ikki hevur brúk fyri teimum, vísa útrokningar frá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd.

 

Hinvegin fer tað at vera ein vaksandi tørvur á smiðjum, maskinarbeiðarum og aðrari faklærdari arbeiðsmegi, sum verður útbúgvin innan yrkisútbúgvingarnar.

 

“Gongdin er ørkymlandi. Um hetta heldur áfram, er vandi fyri, at vit í okkara ídni eftir at útbúgva fleiri í veruleikanum skapa ein nýggjan bólk av de facto-ófaklærdum ungum,” sigur greinari hjá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd, Mie Dahlskov Pihl.

 

Á pappírinum síggja hesi 62.000 út sum ein succes, tí hesi ungu liva upp til málið hjá politikkarunum um, at 95 % av hvørjum árgangi  skulu hava eina ungdómsútbúgving. Men í veruleikanum kunnu hesi síggja fram til eitt lív við lægri inntøku og lægri arbeiðstrygd enn vinirnir, sum fingu eitt sveinabræv.

 

Sum útbúgvingarleiðari í Lynghy-Taarbæk stríðist John Andersen dagliga við fordómar hjá foreldrum og ungum og teirra veruleikafjaru vón um, hvat ein studentahúgva kann merkja fyri eitt væleydnað vaksnamannalív. Tað er so at siga ógjørligt hjá honum at treingja ígjøgnum við boðskapinum um, at hóast ein studentahúgva er eitt gott stig til víðari útbúgving fyri tey flestu ungu, so er tað ikki hin einasti ella hin besti vegurin fyri øll.

 

Formaðurin í felagnum fyri rektarar á studentaskúlunum, Jens Boe Nielsen, skilir ikki útrokningarnar hjá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd. Hann heldur, at hesar vreingja kjakið. “Eg haldi heldur ikki, at so nógv ung skuldu gingið í studentaskúla, og gevi fegin nøkur til vinnuskúlarnar. Men tað krevur jú, at teir taka seg saman og gerast meiri tiltrekkjandi. Tað er ikki vegurin at ræða tey ungu úr studentaskúlunum við ivasomum útrokningum um, at tað ikki loysir seg,” sigur hann.

 

Kelda: berlingske.dk

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi