Billede1 (4)

20 hava staðið – næsta skeið sett á skrá

04. mars. 2024 | Tíðindi

Í farnu viku stóðu 20 skeiðsluttakarar “Vegurin sum arbeiðspláss”. Hetta var fyrsta skeiðið í ár. Nú er klárt hjá næstu luttakarunum at melda til.

Tað er Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan, sum skipar fyri skeiðinum ”Vegurin sum arbeiðspláss” Næsta skeiðið verður 15. og 16. Apríl. Skeiðið verður hildið av EUC Nordvest. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.

Melda til á industry@industry.fo við at upplýsa á skeiðsluttakara:

Navn

Føðingardag

Telefonnummar

Teldupost

Fyritøku

Er skeiðsluttakari limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um Vitan her.

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)