O8A9283

FAG: Útlitini fyri 2024 eru hampiliga góð

05. februar. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tað stimbrar undir hugin hjá vinnuni og privatpersónum at gera íløgur, nú stóri rentuvøksturin tykist hæsaður av og tamarhald sýnist at vera á inflasjónini, heldur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Útlitini hjá føroysku vinnuni eru hampiliga góð fyri árið 2024. Tað heldur Jón Sigurdsson, ið er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Gamaní eru fortreytirnar og avbjóðingar ymiskar hjá mongu fyritøkunum kring landið, men yvirskipað er eitt ávíst bjartskygni at hóma, heldur hann.

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at bjartskygnið í vinnuni kemst av, at stóri rentuvøksturin tykist fyribils at vera hæsaður av, samstundis tamarhald sýnist at vera á inflasjónini.  Hetta stimbrar undir hugin hjá vinnuni og privatpersónum at gera íløgur, heldur Jón Sigurdsson.

Gestur í Vinnukikaranum
Ein longri samrøða við Jón Sigurdsson, formann í Føroya Arbeiðsgevarafelag, verður hesa  vikuna at hoyra í Vinnukikaranum, sum er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, ið setur kikaran á og kring  vinnuna í Føroyum.

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)