Føroya Arbeiðsgevarafelag setur kikaran á haldførið

Búskaparráðið og danski Tjóðbankin rópa enn einaferð varskó um vánaliga haldførið. Men hvat gera vit við tað? Tann spurningurin verður viðgjørdur í Smæruni í Havn tann 12.februar.

29. januar. 2024 | Tiltak

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar mánadagin tann 12.februar fyri almennum tiltaki um haldførið í føroyska búskapinum. Búskaparráðið og danski Tjóðbankin hava enn einaferð sett sjóneykuna á vánaliga haldførið, og stóri spurningurin er nú, hvussu vit lofta ávaringunum. Halda vit fram við at sita hendur í favn ella seta vit munagóð átøk í verk?

Henda spurning vóna vit at fáa svar á tiltakinum tann 12. februar.

Afturvendandi avbjóðing
Stendur tað til Føroya Arbeiðsgevarafelag verða munagóð átøk sett í verk sum skjótast. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir seinastu árini víst á stóru avbjóðingarnar við haldførinum, lesið meira her:  https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/eigur-haldfoerid-ongan-godan

Eitt ítøkiligt átak, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skotið upp, er at seta fíggjarpolitiska regluverk í verk, lesið meira: https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/figgjarpolitiska-regluverkid-ma-setast-i-verk

Framløgur og orðaskifti
Á tiltakinum “Haldførið – hvat nú?” verða bæði framløgur og orðaskifti.

Nærri kunning kemur seinni.

Tiltakið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag verður í Smæruni í Havn mánadagin 12. februar klokkan 13.

Annað á breddanum

  1. Kunningartiltak í Suðuroy um verkfallið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi á Seglloftinum á Tvøroyri kl. 09.00 mikudagin um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (5)
  2. Kunningartiltak um verkfallið

    Í sambandi við at tey fýra arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki fyri limum felagsins í dag

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (5)
  3. Kunna um verkfallið í Varpinum í Klaksvík

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar kl. 10.00 í morgin, týsdagin, fyri kunningarfundi í Varpinum í Klaksvík um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (5)