3 (3)

Frídagar um páskirnar

27. mars. 2024 | Tíðindi

Í sambandi við páskirnar eru nakrir lógarásettir og sáttmálaásettir frídagar

Skírishósdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar, ásettir við lóg.


Páskaaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:

  • Føroya Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag,
  • Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,
  • Samverk


Páskaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:

  • Føroya Flogteknikarafelag
  • Starvsfelagið (Føroya Tele og Posta)
  • Føroysk Miðlafólk

Hetta merkir at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, og eftir kl. 12 hjá teimum, sum hava hálvan frídag, verður lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varir.

Sí yvirlit yvir lógar- og sáttmálaásettir frídagar her

Annað á breddanum

  1. Trettan fyritøkur á føroyskum landabási á fiskavørumessuni í Barcelona í farnu viku

    Í ár hevur heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, 30 ár á baki, og føroyingar hava luttikið frá byrjan.

    29. Apríl. 2024 | Almenn tíðindi
    1 (2)
  2. Ongantíð áður hevur privata vinnan verið so stórur partur av kundaskaranum hjá ráðgevaravinnuni

    Nógv tann størsti kundabólkurin hjá ráðgevaravinnuni í 2022 var tað privata. Tað vísir kanning hjá Ráðgevarafelagnum.

    29. Apríl. 2024 | Ráðgevaravinna
    Mynd Tíðinda Stubbi RGF
  3. Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úrslitið

    24. Apríl. 2024 | Shipping
    HBF LOGO