Billede2 (1)

Fultteknað til Aliráðstevnuna 1. mars

19. februar. 2024 | Tíðindi | Havbúnaður

Til ber at seta seg á bíðilista við at skriva til industry@industry.fo

Havbúnaðarfelagið skipar aftur í ár fyri Aliráðstevnu, sum verður hildin fríggjadagin 1. mars á Hotel Føroyum. Ein áhugaverd og fjølbroytt skrá við ymiskum evnum er sett saman til ársins aliráðstevnu.

Á skránni á Aliráðstevnuni verða fyrilestrar um ymisk evni frá føroyskum og útlendskum framløguhaldarum. Á fjølbroyttu skránni eru millum annað:

  • Karin Pittman, granskari á University of Bergen, at greiða frá um týdningin av uttaru immunverjuni hjá laksi og stóru fylgjunum sum kunnu standast av at síggja útyvir hesi viðurskifti.
  • Tina Oldham frá Havforskingsinstituttet kemur at greiða sínum kanningum og úrslitum við Perlesnormaneter, sum hon júst hevur gjørt í samstarvi við Mowi ASA í Norra.
  • Ole Kvaal Brandshaug, sum er fiskaheilsu-serfrøðingur frá UiT fer at hava eina framløgu um automatiskar mátingar av fiskavælferð, eitt nú um fyrimunir og vansar við automatiskari lúsateljing og mátingar av heilsu og vekt á fiskinum.

Sum vant, verður gongdin í alivinnuni seinasta árið, bæði her í Føroyum og globalt eisini greinað, eins og forsagnir um marknaðargongdina komandi árið eisini verða lagdar fram. Aftur í verður tað Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse og Rúni Dam frá Avrik, sum fara at leggja fram. Eisini verða framløgur frá teimum trimum alifeløgunum um tað nýggjasta, sum rørir seg í føroyskari alivinnu aftur á skránni í ár.

Hartil verða aftur í ár eisini ymiskar styttri og longri framløgur frá Firum, Heilsufrøgiligu Starvstovuni o.ø.

Um kvøldið verður sosialt tiltak við borðhaldi og undirhaldi.

Sí skránna her:
Fyribils Skrá Til Aliráðstevnuna 2024

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)