Genbroyttar rávørur í fiskafóðri kunnu ikki umgangast

16. juni. 2008 | Tíðindi | Havbúnaður

Evropiski brúkarin má gera seg kláran til, at genbroyttar rávørur fara at verða brúktar í fóðri í framtíðini. Hetta sigur Wout Dekker, stjóri í Nutreco, sum eigur fóðurfyritøkuna Skretting.


Tað gerst alt meira trupult at spora ikki-genbroyttar landbúnaðarvørur. Bara í Brasil økist útflutningurin av genbroyttum soya, meðan framleiðslan av soya, sum ikki er genbroytt, minkar. Fyri fáum árum síðani varð genbroytt soya ikki framleitt, meðan nøgdin nú er 40% av samlaðu framleiðsluni. Bara 25% av framleiðsluni kann útflytast til Evropa, orsakað av vandanum fyri at bland er komið millum genbroytt og ikki-genbroytt soya. Útflytarnir halda seg aftur við at senda rávørur, so sum mais, gluten og soya til Evropa, tí tey eru bangin fyri at fáa vørurnar sendar aftur, ella at tær verða burturbeindar, um so er, at tað eru spor av GMO í vøruni.

 

Fólkavøksturin
Av samlaðu heimsframleiðsluni fer genbroytti parturin av samlaðu nøgdini at økjast. Tal av fólki í heiminum økist, umframt at livistøði í heiminum somuleiðs økist. Hetta ger, at tørvurin og eftirspurningurin eftir proteinum m.a. fiskaproteinum økist alsamt. Roknað verður við, at umleið 9 milliardir fólk eru á jørðini í 2050, og tað er tørvur á proteinum fyri at nøkta eftirspurningin. ”Landbúnaðurin hevur skjótt nátt markið fyri, hvussu nógv kann framleiðast. Genbroyttar rávørur er tí einasta loysnin” sigur Dekker.

Avbjóðingin

Genbroyttar rávørur verða nýttar uttanfyri Evropa, og genbroyttar rávørur í fóðri verða nýttar í fleiri londum. Tað er tí ein stór avbjóðing fyri alivinnuna og fóðurframleiðarar at fyrireika evropiska brúkaran og hjálpa teimum við at skilja hesa støðuna (Kelda: www.kyst.no).

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)