20240208 144220

Limatiltak við áhugaverdari framløgu um arbeiðsmarknaðin

12. februar. 2024 | Tíðindi

Á limatiltaki í Føroya Arbeiðsgevarafelag í farnu viku varð lagt fram um tær stóru avbjóðingar, sum føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur og fer at fáa í komandi árum.

Hósdagin 8. februar var limatiltak í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Á limatiltakinum varð fyrst lagt fram um tær avbjóðingar vit sum land fara at fáa við minkandi tilgongd av føroyingum til arbeiðsmarknaðin.

Tey trý Kári Holm Johannesen frá Hagstovu Føroya, Durita Tausen frá Gjaldstovuni, og Malan Johansen frá Landsbankanum løgdu fram. Fyrst varð greitt frá frá, at burðartalið er í stórari minking. Eftir nøkrum fáum árum er burðartalið fyri hvørja kvinnu minkað úr 2,6 niður í 2,0, og í løtuni bendir einki á at hetta fer at broytast. Sostatt er burðartalið minni enn tað, sum skal til fyri at halda eitt óbroytt fólkatal.

Samstundis hava vit í Føroyum tann sertrupulleika, at vit missa ov nógv ung fólk av landinum, tá tey fara uttanlands at útbúgva seg. Umleið ein triðingur av einum ungdómsárgangi fer uttanlands at útbúgva seg, og umleið helvtin av teimum koma ikki aftur til Føroya. Hetta merkir, at vit hvørt ár missa uml. 20% av einum ungdómsárgangi av landinum, tí tey velja Føroyar frá.

Hóast fólkatalið í Føroyum er økt seinnu árini, eru tað nú útlendskir ríkisborgarar, sum halda fólkatalinum uppi.í  Aftaná nøkur ár við nettotilflyting, eru vit nú aftur í einari støðu við nettofráflyting av føroyingum. Tiltongdin av útlendskum ríkisborgarum er tó økt, og Í løtuni eru uml. 7% av starvsfólkunum á arbeiðsmarknaðinum fólk, sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap.

Vit hava frammanundan lægsta arbeiðsloysi og hægsta vinnutíttleika í Evropa, samstundis sum kanningar hava víst, at privati og almenni arbeiðsmarknaðurin fer at hava tørv á uml. 2.500 eyka starvsfólkum fram móti 2030. Bert ein partur av hesum verður loyst við tilgongd og við teirri hækking av pensjónsaldrinum, sum er samtykt í 2025 og 2030 við tilsamans einum ári. Framvegis verður ein ódekkaður tørvur á uml. 1.450 starvsfólkum.

Tí er neyðugt at raðfesta íløgur, sum gera tað møguligt at effektivisera almennu tænasturnar, so starvsfólkatørvurin verður avmarkaður. Eitt nú hava vit í Føroyum nógvar lutfalsliga lítlar stovnar, við fáum starvsfólkum fyri hvørja eind.

Aftaná áhugaverdu framløguna um døpru útlitini á arbeiðsmarknaðinum hevði Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, eina framløgu um virksemið í felagnum. Aftaná framløguna hjá honum varð skift orð um virksemið í felagnum, har møttu limirnir fingu møguleika at koma við rísi og rósi.

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)