Depositphotos 150289946 XL

Lokka við ókeypis faldarum

08. apríl. 2024 | Tíðindi | KT- og samskifti

Við jøvnum millumbilum hevur ein donsk fyritøka lokka føroyskar fyritøkur, við tilboði um, at fáa ein ókeypis faldara, ið tó als ikki er ókeypis. Nú fyritøkan aftur bjóðar hesa tænastu, er neyðugt hjá felagnum Samskifti at ávara, enn eina ferð.

Tí talan er ikki um ein ókeypis faldara, sum lovað. Útlendska fyritøkan, sum framleiðir faldaran, skal hava ein lista við tínum veitarum, sum so fáa tilboðið um at lýsa í tínum faldara, og sostatt gjalda fyri faldaran. Kostnaðurin er tí fleirfaldaður, tað ið hann hevði verið, um tú keypti tín egna faldara frá føroyskum veitara.

Sølufólkini hjá fyritøkuni seta seg síðani – í tínum navni – í samband við tínar undirveitarar. Í byrjanini er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul. Eydnast tað ikki, so verður tónin hvassari. Dømir hava verið um, at veitarar eru hóttir, óbeinleiðis skrivliga og beinleiðis munnliga.

Í fleiri umførum hevur Samskifti víst á hendan trupulleikan, og vanliga hevur hetta steðga virkseminum hjá útlendsku sølufólkunum, men nú eru tey aftur at síggja á føroyska marknaðinum.

Nú søgan endurtekur seg, skal felagið aftur minna samstarvspartar sínar um ikki at lata seg lokka av slíkum tilboðum.

Annað á breddanum

  1. Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg

    Mikudagin tann 24. apríl var aðalfundur í Handilsvinnufelagnum. Bergur R. Dam Jensen, Gunnar Mohr og Eyðvør Berg stóðu fyri vali, og vóru tey øll afturvald av aðalfundinum.

    06. Mai. 2024 | Handverk og ídnaður
    Nevndin Í Handilsvinnufelagnum
  2. Tonik varpar ljós á KT framburð

    Á ársins Tonik vístu føroysku KT- og fjarskiftisfyritøkurnar fram sítt dugnasemi við stoltleika

    06. Mai. 2024 | KT- og samskifti
    Billede1 (5)
  3. Semingsstovnurin tilkallaður

    Semingsstovnurin er nú komin uppí samráðingarnar við øll fimm arbeiðarafeløgini

    03. Mai. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Seming