Billede11

Mouritz Mohr heldur fram sum formaður

08. apríl. 2024 | Tíðindi

Týsdagin 26. mars hevði Sjóvinnufelagið aðalfund. Eftir fundin skipaði nevndin seg, og Mourits Mohr og Eli Lassen halda fram sum ávikavist formaður og næstformaður felagnum.

Á aðalfundinum stóðu Alina Jespersen og Christian Danielsen fyri vali. Hartil hevði Finn Jakobsen boðað frá at hann ynskti at taka seg úr nevndini. Alina Jespersen og Christian Danielsen blivu bæði afturvald í nevndina, og fyri Finn Jakobsen bleiv Julian Johansen valdur í nevndina. Hartil varð Frimodt Rasmussen afturvaldur sum tiltakslimur

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Mouritz Mohr sum formanni og Eli Lassen sum næstformanni.

Nevndin í Sjóvinnufelagnum sær sostatt soleiðis út: Mouritz Mohr, formaður, Eli Lassen, næstformaður, Alina Jespersen, nevndarlimur, Christian Danielsen, nevndarlimur, Julian Johansen, nevndarlimur og Frimodt Rasmussen, tiltakslimur.

Tað eru í dag 25 limir Sjóvinnufelagnum.

Julian Johansen manglar á myndini.

Annað á breddanum

  1. Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg

    Mikudagin tann 24. apríl var aðalfundur í Handilsvinnufelagnum. Bergur R. Dam Jensen, Gunnar Mohr og Eyðvør Berg stóðu fyri vali, og vóru tey øll afturvald av aðalfundinum.

    06. Mai. 2024 | Handverk og ídnaður
    Nevndin Í Handilsvinnufelagnum
  2. Tonik varpar ljós á KT framburð

    Á ársins Tonik vístu føroysku KT- og fjarskiftisfyritøkurnar fram sítt dugnasemi við stoltleika

    06. Mai. 2024 | KT- og samskifti
    Billede1 (5)
  3. Semingsstovnurin tilkallaður

    Semingsstovnurin er nú komin uppí samráðingarnar við øll fimm arbeiðarafeløgini

    03. Mai. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Seming