Óavmarkað avreiðing uttanlands

27. juni. 2008 | Áskoðan

Røddir hava í seinastuni verið frammi um, at avtaka hámarkið á 25% fyri beinleiðis avreiðingar uttanlands. Víst verður á, at hetta skal bøta um møguleikarnar hjá fiskiflotanum at klára seg gjøgnum ringu støðuna, sum flotin er í. Føroya Ráfiska¬keyparafelag setur spurnartekin við hesar grundgevingar og mælir til, at halda fast um, at føroyskur fiskur í størstan mun verður avreiddur í Føroyum.

Hámarkið á 25% er galdandi fyri eitt triðingsár í senn, og kom í lag sum ein avleiðing av, at nógvur fiskur varð avreiddur uttanlands, ella fór beinleiðis av føroyskum skipum umborð í bingjur og varð fluttur av landinum uttan, at føroyskar fyritøkur høvdu veruligan møguleika at bjóða uppá fiskin. Fiskurin varð seldur um uppboðssølu, men ofta var bert talan um pro-forma sølur, har seljari og keypari var tann sami. Fyri at steðga hesum varð lóggivið um, at allur fiskur skuldi seljast yvir føroyska uppboðssølu, áðrenn hann varð útfluttur, og at seljari og keypari ikki skuldi vera tann sami. Samstundis varð tó ein ventilur innbygdur, sum ásetti, at skip, innanfyri eitt tíðarskeið á 4 mánaðir, kundu avreiða upp til 25% av veiðuni uttanlands.

Gongdin síðani hevur víst okkum, at flestu skipabólkar als ikki brúka møguleikan at avreiða uttanlands og tað eru neyvan nógv dømi um, at skip hava rokkið hámarkinum á 25%. Við hesum í huga tykist tað ikki sannlíkt, at hetta hámarkið hevur havt neiliga ávirkan á raksturin hjá skipunum. Tí kunnu vit neyvan heldur rokna við, at úrslitini hjá skipunum gerast betri við at hámarkið verður strikað.

Samstundis sum áðurnevndu broytingar vóru gjørdar, fingu útlendingar atgongd til at bjóða uppá fisk, sum verður boðin út á føroyskari uppboðssølu. Hetta eigur at tryggja, at skip og bátar fáa kappingarføran prís fyri fiskin og tí skuldi ikki longur verið neyðugt at avreitt uttanlands, einans av hesi orsøk.

Føroya Ráfiskakeyparafelag ásannar tó, at samstundis sum fá ella eingi skip hava rent seg í 25%-hámarkið, hava útlendingar ikki víst nakran serligan áhuga fyri at bjóða á føroyskari uppboðssølu. Hetta má merkja, at skip og bátar fáa kappingarførar prísir í Føroyum, og tí kann grundgevingin um at avtaka forðingar fyri at bøta um skiparaksturin illa brúkast í hesum føri.
Føroya Ráfiskakeyparafelag er tí av teirri áskoðan, at vit eiga at halda fast um, at føroyskur fiskur í størstan mun verður avreiddur í Føroyum. Somuleiðis at í sambandi við landingar uttanlands og í Føroyum, at eftirlitsfólk eru í teimum havnum har landað verður, fyri at tryggja, at vit hava eitt munagott eftirlit við, hvørji sløg, støddir og nøgdir, verða seld og útflutt.
Fiskur landaður í ES havnum skal góðskumetast og støddarskiljast við fyrstu sølu – eisini føroyskur fiskur. Eingi slík krøv eru í Føroyum. Føroya Ráfiskakeyparafelag er av tí áskoðan, at góðskumeting og støddarskiljing eigur at verða gjørt av føroyskum fiski landaður í Føroyum.  

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)