1 (2)

Trettan fyritøkur á føroyskum landabási á fiskavørumessuni í Barcelona í farnu viku

29. apríl. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í ár hevur heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, 30 ár á baki, og føroyingar hava luttikið frá byrjan.

Í farnu viku var heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, hildin í døgunum 23.-25. apríl, har trettan fyritøkur luttóku á føroyskum landabási. Hetta er 30. ferðin, at messan er, og Føroyar hava verið við hvørt ár síðan 1992, tó vóru avlýsingar tvey ár á rað orsakað av korona.

Messan varð í 2022 flutt úr Brússel til Barcelona, tí messan varð vorðin ov stór til umstøðurnar í Brússel. Føroyski landabásurin var í ár víðkaður úr 364 fermetrum í 2023 upp í 428 fermetrar, sum er tað størsta hann nakrantíð hevur verið, so leingi Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur samskipað básin. Tað eru Sansir sum í ár hava sniðgivið og bygt landabásin.

Við á føroyska básinum vóru í ár Bakkafrost, Enniberg, Hiddenfjord, JFK, Kósin, Landshandilin, Maresco, North Pelagic, Pelagos, PRG, Rainbow Seafood, Vaðhorn og Varðin Pelagic. Umframt hesar trettan fyritøkurnar á landabásinum, luttóku ein røð av føroyskum fyritøkum og persónum á messuni.

Sera nógv fólk hava verið á messuni, og føroyski landabásurin hevur havt ein støðugan streym av vitjandi. Í ár varð føroyski landabásurin millum annað vitjaður av landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, sum hitti og prátaði við allar trettan fyritøkurnar.

Fyri fleiri av luttakarunum er messan vorðin eitt árligt afturvendandi tiltak, tí har hitta tey nógv fólk úr øllum heiminum, sum spyrja eftir føroyskum fiskavørum.

Annað á breddanum

  1. Kunningartiltak í Suðuroy um verkfallið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi á Seglloftinum á Tvøroyri kl. 09.00 mikudagin um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4
  2. Kunningartiltak um verkfallið

    Í sambandi við at tey fýra arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki fyri limum felagsins í dag

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4
  3. Kunna um verkfallið í Varpinum í Klaksvík

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar kl. 10.00 í morgin, týsdagin, fyri kunningarfundi í Varpinum í Klaksvík um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4