SEG1

Útboð - Føroyski landabásurin á Seafood Expo Global

11. mars. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið biður um tilboð uppá sniðgeving, uppseting og niðurtøku av føroyskum landabási á Seafood Expo Global (SEG) í Barcelona, umframt aðrar tænastur í hesum sambandi.

SEG er heimsins størsta sølumessa innan sjógæti, og verður í døgunum 23.-25. apríl 2024 í Barcelona.

Biðið verður um tilboð uppá landabásin á messuni í 2025, við møguleika fyri leinging til messurnar í 2026 og 2027.

Talan er um alment útboð.

Leinkjur til:

Kunningarfundur verður fyri teimum fyritøkum, sum eru áhugaðar í útboðnum, týsdagin 26. mars kl. 13.00 í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7.

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)