ASIA

Vendið eyguni ímóti Asia

11. mars. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fleiri føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur halda, at Føroyar mugu fáa betri handilsviðurskifti við fleiri lond í Asia.

Spyrt tú føroyskar útflutningsfyritøkur, skal politiska skipanin leggja nógv størri dent á at vinna Føroyum betri handilsviðurskifti við lond í Asia. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í spurnarkanning hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um marknaðaratgongd.

Uppsjóvarfiskur og alifiskur
Tað eru fyrst og fremst fyritøkurnar, sum útflyta alifisk og uppisjóvarfisk, sum halda, at marknaðaratgongdin til asiatisku londini eigur at betrast. Í fleiri asiatiskum londum er marknaðurin stórur fyri laks, makrel, sild og svartkjaft.

Útflutningsfyritøkurnar nevna ítøkiliga Japan, Suðurkorea, India og Kina sum týðandi marknaðir.

Tollforðingar
Tað eru fyrst og fremst tollforðingar, sum forða fyri at útflyta meira til Japan, Suðurkorea, India og Kina. Hyggja vit fyrst eftir laksi, er tollurin at útflyta hesin:

  • India: Millum 10 og 30 prosent
  • Suðurkorea: Millum 10 og 20 prosent
  • Kina: Millum 5 og 7 prosent
  • Japan: 3,5 prosent.

Hyggja vit síðani eftir til dømis makreli, er tollurin at útflyta hesin:

  • Suðurkorea: Millum 10 og 20 prosent
  • Kina: 7 prosent
  • Japan: Millum 7 og 10  prosent.

Kappingarneytar betri treytir
Føroysku fyritøkurnar hava yvirskipað verri – í ávísum førum nógv verri -  treytir enn okkara kappingarneytar at útflyta alilaks og uppisjóvarfisk.

Noreg og Ísland eru hvør í sínum lagi kappingarneytar hjá Føroyum. Bæði londini eru limir í EFTA og fríhandilssáttmálin hjá EFTA við Suðurkorea hevur millum annað við sær, at føroysku útflutningsfyritøkurnar mugu nógv meira í tolli, um tær skulu útflyta makrel ella sild til Suðurkorea enn kappingarneytarnir úr Noregi og Íslandi.

Sama myndin ger seg galdandi, tá ið tað snýr seg um laks til Suðurkorea. Eisini her hava norsku fyritøkurnar ein stóran fyrimun, tí tær rinda ongan toll, tá ið tær útflyta laks til Suðurkorea.

Ísland og Kina hava ein fríhandilssáttmála, og í honum er tilskilað, at íslendskar fyritøkur kunnu útflyta makrel og sild tollfrítt til Kina. Eisini í hesum føri er talan um ein greiðan fyrimun í mun til føroysku fyritøkurnar.

Um kanningina

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur spurt ymiskar fyritøkur, sum útflyta teirra vørur og tænastur, um teirra tørv á marknaðaratgongd. Talan er um fyritøkur í vinnugreinunum alivinna, uppisjóvarvinna, botnfiskavinna, sjóvinna og Kt-vinna.

Annað á breddanum

  1. Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

    18. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  3. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)