Tíðindi: Hoyringssvar Ι 31. oktober 2018
Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika

 

Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika 

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur hesar viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika.

 

Felagið tekur undir við yvirskipaðu ætlanunum um at betra og menna talgildan infrastruktur yvirhøvur.

 

Viðmerkingar og spurningar hjá felagnum eru tí gjørdar í mun til tað yvirskipaða endamálið, sum er at tryggja bestu karmar fyri talgildar loysnir í Føroyum. Tað hevur týdning, at lógarverkið kring talgilda samleikan stuðlar undir talgildingini og ikki virkar forðandi.

 

Ítøkiliga hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag hesar viðmerkingar:

 

1.

Í § 5, stk. 2 er ásett, at peningastovnar skulu geva persónum møguleikan fyri at nýta talgilda samleikan, um peningastovnurin nýtir tænastu, ið krevur elektroniska eyðmerking ella elektroniska undirskrift. Føroya Arbeiðsgevarafelag er vitandi um at avtala er gjørd millum peningastovnarnar og Landsstýrið um, har peningastovnarnar hava bundið seg til at nýta talgilda samleika í staðin fyri verandi innritingarloysnir. Tískil er ikki neyðugt við hesi áseting, sum tí átti at verið strikað.

 

Eisini kann til § 5, stk. 2 viðmerkjast, at útlendskir veitarar av fíggjarligum tænastum bjóða seg fram á føroyska marknaðinum, men tað tað sæst ikki í lógarteksti ella í viðmerkingunum, um hesir verða álagdir at nýta talgilda samleikan. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hesin spurningurin má viðgerast og svarast soleiðis, at føroyskar fíggjarfyritøkur ikki verða fyri vanbýti á føroyska marknaðinum.

 

Annað mál er, at eingin veit júst, hvørjar digitalar tænastur fara at verða bjóðaðar fram á marknaðinum í framtíðini. Tað er sera umráðandi, at føroyski talgildi samleikin ikki gerst ein forðing fyri yvirhøvur at kunna bjóða eina ávísa digitala tænastu út í Føroyum.

 

2.

Í lógaruppskotinum § 8 stk. 2 skulu fyritøkur, sum átaka sær uppgávuna at umsita og útflýggja talgildar lyklar, lúka treytirnar í fyrisitingarlógini. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera positivt, at heimild er at útveita til privatar veitarar. Hinvegin heldur felagið tað ikki verða rætt at áleggja privatum fyritøkum at fylgja fyristingarlógini. Rættari mannagongd er, at landið í sáttmálanum við privatu fyritøkuna ásetir tær treytir, sum fyritøkan skal fylgja í útinnani av sínum virksemi.

 

3.

Fyri at lætta um umsitingina hjá fyritøkum mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at p-tal og v-tal kann samantvinnast soleiðis, at lættligari fer at bera til at strika og geva fulltrú hjá fyritøkum. Soleiðis sum lógaruppskotið er orðað skilja vit, at hetta ikki er við frá byrjan og tað eigur tað at verða.

 

4.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er sera umráðandi, at føroyski talgildi samleikin kann tosa við skipanir í útlandinum. Um ikki verður trupult hjá vinnuni fult út at gagnnýta teir møguleikar og fyrimunir, sum talgildi samleikin kann geva. Tað vil siga, at tað er umráðandi, at føroyski talgildi samleikin verður viðurkendur í øðrum londum, og at tað frá føroyskari síðu verður luttikið í teimum altjóða fora, sum eru og fylgt verður við, hvat sum rørir seg á økinum, tá tað kemur til samantvinning av talgildum lyklum tvørtur um landamørk. Tað er tí týdningarmikið, at neyðug orka verður sett av til hetta arbeiðið, so Føroyar ikki verða ein satelittur í digitala landslagnum.

 

5.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil eisini heita á Fíggjarmálaráðið um at eftirkanna um lógaruppskotið um talgildan samleika er í tráð við lóggávuna um hvítvaksing, hetta fyri at lætta um umsitingina hjá peningastovnunum ísv. talgilda samleikan.

 

 

 

Svar frá KT-felagnum

 

Viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

KT-felagið hevur viðgjørt uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika og hevur nakrar viðmerkingar.

 

Yvirskipað tekur felagið undir við føroyskum talgildum samleika.

 

Til einstaku greinirnar, hevur felagið tó nakrar viðmerkingar og spurningar.

 

§7, stk. 3: Hvørjir eru hesir viðkomandi upplýsingar og hvat er endamálið við at geva hesa heimild til fyrisitingina? Hetta verður umrøtt í viðmerkingunum, men tað átti at veri sett beinleiðis í lógina, sum annars gevur ov víðar heimildir.

 

§8, KT-felagið ynskir, at víst verður til at menning, viðlíkahald, rakstur og support verður framt í Føroyum. Í viðmerkingum til lógina stendur “Føroyskir førleikar og veitarar. Føroyskir veitarar verða nýttir, so ein kann tryggja sær, at neyðugir førleikar eru her heima, og at framtíðar rakstur og menning ikki eru bundin at útlendskari arbeiðsmegi.” – Her átti at veri skoytt uppí, at privata virkið skal vera skrásett í Føroyum.

 

§9 tykist nakað ógreið. Møguliga skuldi orðingin “Landsstýrismaðurin kann áseta...” verði broytt til “Landsstýrismaðurin skal áseta...” ella “Landsstýrismaðurin ásetur...”

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi