Tíðindi: Shipping Ι 15. oktober 2018
Framtíðarinnar reiðarí krevja nýggjar førleikar
Sjóvinnan broytist skjótt komandi árini. Uppgávurnar hjá sjófólkunum kunnu tí fara at síggja nógv øðrvísi út í 2033, verður mett í nýggjari kanning hjá Danske Rederier.

 

Sjóvinnuútbúgvingarnar eru undir luppi, so tað verður tryggjað, at tær kunnu passa til teir førleikar, sum reiðaríini fáa tørv á í framtíðini. Inntil 2033 fer framtíðarinnar tøkni og møguleikin fyri at automatisera skip at broyta arbeiðsuppgávurnar hjá tí einstaka sjómanninum, og hetta fer at seta nýggj krøv til teirra førleikar. Hetta vísir kanning, sum Danske Rederier hevur gjørt.

 

Allastaðni í sjóvinnuni sæst ein vaksandi automatisering, sum inntil 2033 verður mett at geva møguleika fyri at minka um manningarnar við 10 til 20 prosentum. Hóast væntað verður, at nógv skip í 2033 fara at hava tøkni at sigla við nógv minni manning, er hetta trupult í praksis. Ómannað skip eru framhaldandi ikki á opnum havi, og eisini aðrastaðni er tað langt millum hesi.

 

Sambært kanningini fer at fara fram eitt umbýti av fleiri uppgávum umborð, soleiðis at nakrar uppgávur gerast færri, meðan aðrar gerast fleiri. Tað verður sostatt ein meira fleksibul arbeiðsmarknaður við eitt sindur øðrvísi uppgávum, sum vit fara at síggja í 2033. Tí er tørvur á, at hetta sæst aftur í útbúgvingarmynstrinum longu nú.

 

“Tað er heilt avgerandi at hava røttu arbeiðsmegina við røttu førleikunum, tí hetta er avgerandi fyri kappingarføri í vinnuni. Danmark er kent sum ein sterk sjóvinnutjóð. Um maritima tyssið skal tryggjast frameftir, hevur tað týdning, at vit hava neyðugu donsku arbeiðsmegina at brúka”, sigur Anne Windfeldt Trolle, stjóri í Danske Rederier.

 

Akkurát fleksibiliteturin verður tikin fram innan allar útbúgvingar, tá hugt verður eftir framtíðar arbeiðsmarknaðinum. Hetta sigur stjórin í Tænketanken DEA Stine Vrang Elias, tá Danske Rederier skipaði fyri tiltaki um Framtíðarinnar førleikar.

 

“Tá verðin alla tíðina broytist, verða eisini sett krøv til, hvussu vit útbúgva okkum, og hvussu útbúgvingarnar eru samansettar. Tað krevur størri fleksibilitet í framtíðarinnar útbúgvingum og á framtíðarinnar arbeiðsmarknaði,” sigur Stine Vrang Elias millum annað.

 

 

Kelda: danishshipping.dk

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi