Tíðindi: Hoyringssvar Ι 24. oktober 2018
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

 

 

Svar frá Handilsvinnufelagnum

 

Viðv. uppskot til ll. um broyting í rúsdrekkalógini­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til teldupost frá 10. oktober, har uppskot til ll. um broyting í ll. um innflutning og sølu av rúsdrekka, verður sent Handilsvinnufelagnum til hoyringar.

 

Handilsvinnufelagið hevur ikki viðmerkingar til uppskotið. Felagið vil tó staðiliga mæla til, at verandi hámark á 5,8% hjá føroysku bryggjaríunum at selja til matstovuvinnuna verður hækkað til somu 15%, sum hetta uppskotið leggur upp til viðvíkjandi innflutninginum av borðvíni.

 


Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Viðv. Uppskot til ll. um broyting í rúsdrekkalógini
­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til teldupost frá 10. oktober, har uppskot til ll. um broyting í ll. um innflutning og sølu av rúsdrekka er send til hoyringar.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur hesar yvirskipaðu viðmerkingar til uppskot til broytingar í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at tikin verða stig til at broyta lógina um innflutning og sølu av rúsdrekka soleiðis, at fyritøkur og matstovur við skeinkiloyvi fáa møguleika at innflyta vín undir 15 rúmprosent. Hetta er eitt neyðugt stig fyri at víðka úrvalið og hækka tænastustøðið og soleiðis betra um vinnukarmarnar hjá hesi vaksandi vinnu.

 

Í teimum londum kring okkum, sum hava einkarsølu, er einkarinnkeyp ikki galdandi. Tann privati brúkarin merkir ikki eina avtøku av einkarinnkeypinum, tí sølan mótvegis privata brúkaranum fer framvegis bert fram í Rúsdrekkasølu Landsins og hjá loyvishavarum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at einkarinnkeypið eigur at verða avtikið á øllum vørubólkum, ikki bert borðvíni, soleiðis at tað eisini verður gjørligt hjá hesum fyritøkum og ávísum matstovum at innflyta rúsdrekka yvir 15 rúmprosent.

 

Vit kunnu ásanna, at stovnanin av einkarsøluni hevur normaliserað nýtsluna av rúsdrekka í landinum, og nú stig verða tikin til at avtaka einkarinnkeypið, eigur hetta at verða gjørt fyri allar vørur umfataðar av hesi lóg.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur sostatt undir við lógarbroytingini, men vísandi til omanfyristandandi, at broytingin eigur at fevna um allan innflutning sambært hesi lóg.


 

Svar frá Ferðavinnufelagnum

 

Viðv. uppskot til ll. um broyting í rúsdrekkalógini­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til teldubræv frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum sent okkum hin 10. oktober, har uppskot til broyting í ll. um innflutning og sølu av rúsdrekka verður sent Ferðavinnufelagnum til hoyringar.
 

Ferðavinnufelagið hevur í mong ár arbeitt fyri at bøta og broyta innkeypstreytirnar hjá matstovuvinnuni á rúsdrekkaøkinum. Ongastaðni í londunum kring okkum, sum hava einkarsølu, er einkarinnkeyp galdandi. Har hava loyvishavarar møguleika at keypa inn frá øðrum enn einkarsøluni. Núverandi støða við einkarinnkeypi er tarnandi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni, sum frammanundan er ein útreiðslutung vinna.


Hugsa vit um rúsdrekkanýtsluna hjá endabrúkaranum, ger tað ongan mun, um ein matstova keypir frá eini heilsølu, Rúsdrekkasølu landsins ella innflytir sjálv. Í so máta broytist einki fyri vanliga brúkaran. Einkarsølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins fer at halda fram sum higartil. Tískil er einki til hindurs fyri at avtaka einkarinnkeyp á øllum vørubólkum, uttan mun til vøruslag ella rúmprosent.


Ferðavinnufelagið fegnast um lógaruppskotið og tekur undir við uppskotinum at avtaka einkarinnkeypið á borðvíni. Samstundis er spell, at talan er um eina partvísa avtøku, tí tørvurin er størri. Innflutningurin og innkeypið gjøgnum Rúsdrekkasøla Landsins er ein fløskuhálsur hjá matstovuvinnuni í mun til at reka skynsaman matstovurakstur, og vinnan ynskir tískil sjálv at standa fyri innkeypinum á bæði øl, víni og sterkari rúsdrekka, soleiðis at hon kann tryggja eitt gott og høgt tænastustøði á øllum økjum.


Tað hevur stóran týdning, at føroyskar matstovur hava møguleika at keypa inn á vanligum handilsligum grundarlagi. Ferðavinnan er í grundini ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við tænastur uttanlands. Í rúsdrekkahøpi er einki annað land í norðurlondum, sum hevur ta skipan, vit í Føroyum hava við einkarinnkeypi av rúsdrekka.


Føroyska matmentanin fær í dag altjóða viðurkenning í kappingum og úrtøkum uttanlands, eins og hon í dag verður vird á ein hátt, vit ikki kundu droymt um fyri bert fáum árum síðani. Tað er í stóran mun váðafýsni, áræði og slóðbrótaraanda at takka, at vit nú eru í hesi støðu. Neyðugt er tískil at skapa karmar fyri, at hesin eldhugur framhaldandi kann spíra og nørast - ikki bara í Havn, men kring allar oyggjarnar.

 

Inntøkugrundarlagið hjá matstovum kring landið er spinkult, og neyðugt er at tryggja frítt innkeyp til loyvishavarar, soleiðis at matartilboðini kring landið kunnu fjølgast og fjøltáttast.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi